* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Úrslitaleys oljuboring: Umhvørvisfelagsskapir fegnast

Leitibrunnurin varð umrøddur sum ein hin nest lovandi á norska landgrunninun í ár. Nú er boringin endað – stutt eftir at hon byrjaði. Umhvørvisfelagsskapurin, Bellona, meinar, at oljuboringin endaði orsakað av vantandi olju.

 

Stutt eftir at boripallurin, West Hercules, kom í økið, er hann horvin aftur. Oljufelagið, Wintershall Dea, vil hvørki vátta ella avsanna, um olja er funnin í økinum. Men leiðarin í Bellona, Frederic Hauge, er vísur í, at boringin var úrslitaleys.

 

“Hetta er ein góður dagur fyri umhvørvið og fyri okkum øll, sum búgva í Helgoland, Lofoten og í Vesterålen,” sigur Frederic Hauge.

 

Sambært honum hevur ongin eldslogi verið at sæð frá pallinum.

 

At boringin longu er steðgað er tekin um, at ongin olja er funnin, sigur netmiðilin, Upstream.

 

NRK hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Wintershall Dea, sum noktar at koma við nakrari viðerking.

 

- Boringin gekk skjótari enn væntað, er alt, sum samskiftisstjórin, Kjetil Hjertvik, í Wintershall Dea vil siga.

 

Kelda: NRK