* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Cosco er fevnt av revsitiltøkunum hjá USA.

USA ávarar aftur farmavinnuna um Iran

USA ávarar farmavinnuna og shippingfyritøkur um allan heim móti at bróta revsitiltøkini, sum eru sett í verk móti Iran – eisini um tað snýr seg um óbeinleiðis samband við Iran umvegis Cosco-feløg, sum er á svartalista hjá USA. Samstørv skulu avviklast, annars fara revsitiltøkini at raka, sigur ein framstandandi amerikanskur embætismaður.

 

“Ongin fyritøka er ov stór at vera revsað og ongin fyritøka er ov lítil at gera feilir,” sló David Payman, leiðandi embætismaður í amerikanska uttanríkisráðnum fyri revsitiltøk fast á einum fundi í London herfyri.

 

Revsitiltøkini móti fleiri Cosco-feløgum, millum annað tangaskipafelagið, Dalian, sum verður skuldsett fyri at ferma olju úr Iran, fara eisini at raka shippingfyritøkur, bankar og tryggingarfeløg, sum á ein ella annan hátt samstarva við feløg, ið eru fevnd av revsitiltøkunum.

 

Reiðaravirki, operatørar, farmasendarar (speditørar), tryggingarfeløg, fíggjarfólk, útgerðarfeløg, meklarar og onnur eiga at tryggja sær, at teirra handil á ongan hátt hjálpir revsitiltakar-raktum einaveldum um allan heim at vinna pening gjøgnum oljuútflutning ella annan ráevnisútflutning, vóru ráðini frá leiðandi amerikanska embætismanninum.

 

Kelda: Trade Winds