* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Umstrýddi forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro.

USA hóttir Venesuela við fleiri revsitiltøkum

Við nýggjum revsitiltøkum missir stjórnin hja Maduro millum annað atgongdina til eina av týdningarmestu inntøkukeldunum.

 

Mánadagin setti USA fleiri revsitiltøk í verk ímóti oljuídnaðinum í Venesuela. Tað varð gjørt fyri at trýsta forsetan í landinum, Nicolas Maduro, til at lata valdið frá sær. Við seinastu revsitiltøkunum missir Venesuela atgongdina til sera týdningarmiklu inntøkukelduna frá oljuni.

             

Í farnu viku gjørdi amerikanska stjórnin av at viðurkenna andstøðuleiðaran í Venesuela, Juan Guaidó, sum virkandi forseta landsins, men Maduro noktar at sleppa valdinum.

 

Í mai í fjør vann Maduro eitt ógvuliga umstrýtt val. Bæði Evropa og USA meta, at valið livdi ikki upp til altjlóða krøv.

 

Nicolas Maduro sigur, at USA stendur á odda fyri einari kvettroynd móti sær og stjórn síni.

 

Bæði stórveldini, Kina og Russland, stuðla Nicolas Maduro.

 

Kelda: Shippingwatch / ritzau