* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

USA nú góðkent seks barlastvatnskipanir

Amerikanska sjóverjan hevur nú góðkent tilsamans seks skipanir til reinsing av barlastvatni í amerikonskum sjógvi. Í síðstu viku gav US Coast Guard sína seinastu blástempling, ið slóðar fyri, at ein barlastvatnskipan í roynd og veru kann brúkast um allan heimin.

Tað er grikska Erma First, sum hevur fingið sína skipan góðkenda, upplýsir amerikanska sjóverjan. Sostatt hevur sjóverjan nú góðkent skipanir hjá tilsamans seks feløgum, teirra millum norska felagið Oceansaver, sum fyrr í ár fór á húsagang. Felagið gav útsetingina hjá IMO av reglunum skyldina.

Í august góðkendi sjóverjan barlastvatnskipanina hjá amerikanska Ecochlor, og í summar fekk eisini kinesiska Sunrui - sum Norden hevur valt sum sín veitara - amerikonsku góðkenningina.

Aðrar skipanir á góðkenda listanum hjá amerikonsku sjóverjuni eru frá svenska Alfa Laval og norska Optimarin. Í løtuni viðger sjóverjan eina umsókn frá suðurkoreanska Samsung Heavy Industries, stendur á heimasíðuni hjá sjóverjuni.

Millum danskar veitarar av barlastvatnskipanum eru Desmi Ocean Guard og Bawat.

Kelda: shippingwatch.dk