* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kapprenningin millum USA og Kina snýr seg um eitt flogfar av hesum slagnum, eitt F-35C.

Mánadagin í farnu viku fórst ein amerikanskur jagari av slagnum F-35C undir lending á flogberanum, USS Carls Vinson. Tað eydnaðist flogskiparanum at bjarga sær við sleingisessinum, men sjey fólk umborð á flogberanum fingu løstir.

 

Flogfari fór í havið, og sást ikki aftur.

 

Og her byrjar stóri trupulleikin. Óhappið hendi í Suðurkinverska havinum, og flogfarið er á tremur við loyniligari og framkomnari útgerð. Ein leskiligur biti hjá kinverskum verkfrøðingum, sum ikki enn hava so framkomna útgerð, og eitt flogfari, sum amerikanarar ikki vilja hava at enda millum hendurnar á kinverjum.

 

Vanlukkan hevur hevur elvt til eina kapprenning um, hvør finnur flogfarið á botni fyrst, og hvør fyrst megnar at koma niður til flogfarið.

 

Amerikanarar fara neyvan bara at hyggja at, um kinverjar royna at taka flogfarið upp. Men trupult kann vera at fylgja við, um stolið verður av og úr flogfarinum, meðan tað liggur á botni.

 

Amerikanski flotin hevur sent eitt bjargingarfar til knattstøðuna, men tað verður ikki frammi fyrr enn um einar 5-6 dagar.

 

Kelds: Maritimedanmark