* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

USA royndi at mutra skipara

Eftir øllum at døma royndi USA ar mutra skiparan á iranska tangaskipinum, Adrian Darya 1, um hann vildi sigla skipið til eitt land, sum vegna USA vildi leggja hald á tað. Tað skrivar Financial Times.

 

Tilboðið at rinda skiparanum, Akhilesh Kumar, fyri at sigla skipa hagar, sum USA onkursvegna kundi fáa hendur á tí, varð sambært Financial Time givið í einum telduposti. Telduposturin varð sendur skiparanum frá Brian Hook, sum situr ovarlaga í amerikanska uttanríkismálaráðnum.

 

- Vit hava oyðilagt iranska oljuútflutningin uppá styttri sikt. Vit arbeiða tætt saman við maritima samfelagnum fyri at oyðileggja og forða fyri ólógligum oljuútflutningi, sigur Brian Hook við Financial Times.

 

Iransksi uttanríkisráðharrin, Zarif, er í øðini inn á amerikanarar. Tað sæst á Twitter:

 

”Eftir at royndirnar sum sjóránarar miseydnaðust, er USA farið yvir til fíggjarlig svikabrøgd – gev okkum iransku oljuna og fá fleiri milliónir dollarar afturfyri.”

 

Skipið gjørdist heimskent eftir at bretsku myndugleikarnir løgdu hald á tað við Gibraltar, og høvdu tað undir eftirliti í fleiri vikur.

 

Síðani tað var latið leyst, hevur tað siglt runt har eysturi í Miðjarðarhavinum. Seinasta knattstøðan hjá Ardian Darya 1 var stutt út fyri Sýria.

 

Kelda: Maritime Danmark/TradeWinds/Financial Times