* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russisk farmaskip.

USA setir revsitiltøk í verk móti 69 skipum aftrat

USA skerpir revsitiltøkini móti Russlandi upp aftur meira við eini røð av ymiskum tiltøkum, millum annað higartil strangsastu tiltøkunum móti russiskari farmavinnu. 69 skip, sjey flutningsfeløg og eitt skipaverkfrøðingafelag koma nú á svartalista orsakað av russisku álopunum á Ukraina.

 

- Russiska stjórnin ger sær dælt av shippingfeløgum at fremja strategisk mál, millum amað at tryggja nýggjar herdeildir, at fremja hertøkuna av Krim-hálvoynni, og til eyka orkuútflutnings, verður sagt í amerikanska uttanríkisráðnum.

 

- Hendan avgerðin skal vera ein ávaring til privatar russiskar fyritøkur um, at tey, sum stuðla krígsmaskinuna hjá Putin, kunnu vænta álvarsligar avleiðingar, verður sagt.

 

Millum revsitiltaksraktu fyritøkurnar er Northern Shipping Co. (eisini nevnt JSC NSC Arkhangelsk), sum hevur fingið 27 skip á svartalista. Grundgevingin hjá USA er, at hesi skipini fllyta farm fyri russiska verjumálaráðið.

 

Kelda: Maritimedanmark/Tradewinds