* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

USA skuldsetur Kina fyri at bróta lyfti

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skerpar retorikkin móti Kina undan avgerandi tingingunum í handilsstríðnum millum londini bæði.

 

Á einum veljarafundi í Panama City í Florida hósnáttina føroyska tíð skuldsetur Trump Kina fyri at bróta lyfti í handilstingingunum.

 

Tað skrivar Reuters.

 

Fyrr í vikuni váttaðu fremstu samráðingarfólkini hjá USA, at USA er tilreiðar at hækka tollgjøldini at koma í gildi longu í dag, fríggjadagin, júst soleiðis, sum Donald Trump ávaraði um seinasta vikuskifti.

 

Og hósnáttina legði Trump einaferð enn dent á, at Kina hevur brotið avtaluna.

 

- Hækkaðu tollgjøldini, sum vit hava lagt til rættis? Grundin er, at tey (Kina) hava brotið avtaluna, sigur forsetin, og hann heldur fram:

 

- Varaforsætisráðharrin í Kina flýgur higar í morgin, men tey hava brotið avtaluna. Tað kunnu tey ikki gera, so tað koma tey at gjalda fyri, segði Trump.

 

Hann hevur hótt við, at tey tíggju prosentini í eyka tolli, sum USA longu hevur lagt á kinesiskar vørur til eitt virði av 200 milliardum dollarum, fara at hækka til 25 prosent.

 

Kelda: Søfart