* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

USA stongir fyri øllum skipum undir russiskum flaggi

ES, Bretland og Kanada hava longu sett bann fyri russiskum skipum, og frá 28. apríl hava skip undir russiskum flaggi heldur onga atgongd til havnir í USA. Tað hevur amerikanski forsetin Joe Biden tikið avgerð um.

 

Nýggi stongsulin fevnir um eini 460 skip teirra millum 160 tangaskip, sum russiska Sovcomflot hevur ræðið á, sæst í upplýsingum frá “Lloyd’s list”.

 

- Eg boði frá, at USA bannar skipum við tilknýti til Russland at nýta okkara havnir, eins og gjørt verður í Evropa, segði amerikanski forsetin hósdagin.

 

- Tað merkir, at einki skip, sum siglir undir russiskum flaggi, ella sum eitt russiskt felag eigur og rekur, fær loyvi at leggja at í amerikonskum havnum ella fáa atgongd til okkara strandaøki, legði forsetin aftrat.

 

USA hevur frammanundan sett bann ímóti at innflyta russiska olju, kol og gass. Tað forboðið kemur í gildi í dag, 22. apríl 2022.

 

Kelda: Lloyd’s list / Maritimedanmark