* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Amerikanska vaktar- og bjargingartænastan USGC táttar nú takið um skip, ið ætla sær til amerikanskar havnir, men ikki lúka krøvini um reinsing av barlastvatni. Vaktar- og bjargingartænastan hevur júst sýtt 55 skipum at fáa longt freistina at lúka krøvini.

USGC krevur, at øll skip, ið koma til amerikanskar havnir, og hava verið í turrdokk eftir 1. januar 2016, skulu hava útgerð ísetta til reinsing av barlastvatni.

Higartil hava myndugleikarnir verið lagaligir við at geva undantaksloyvi við ávísing til, at tørvur er á góðkendum skipanum. Seinasta hálva árið hevur USGC tó góðkent útgerð til reinsing av barlastvatni frá trimum framleiðarum: Optimarin, Alfa Laval og OceanSaver. Útgerð frá tveimum framleiðarum aftrat - Sunrui og Ecochlor - eru undir góðkenning. 

Jeffrey Lantz, stjóri fyri Regulations and Standards í USCG sigur, at tað nú eru so nógvar góðkendar skipanir á marknaðinum, at reiðararnir skulu hava serstakliga góðar grundgevingar á hondini, skulu teir fáa undantaksloyvi.

Millum skipini, ið ikki hava fingið undantaksloyvi, eru bingjuskip hjá Evergreen Marine, og bilaskip hjá Wallenius.

Kelda: Tradewinds