* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
USS Fitzgerald.

USS Fitzegerald heim trý ár eftir deyðsvanlukku

Í gjár vóru trý ár síðani, at USS Fitzegerald var við í einum deyðiligum samanstoyti. Sjey sjófólk doyðu í samanstoytinum.

 

Ikki fyrr enn fyri nøkrum fáum døgum síðani, vóru umvælingarnar endaliga lidnar, og oyðarin kundi fara úr Ingalls Shipbuilding í Missisippi og seta kós móti heimstaðnum í San Diego í Kalifornia.

 

“Skaðarnir eru stórir. Eitt stórt hol er í skrokkinum undir vatnlinjuni,” segði Joseph Aucoin, varaadmiralur, á einum tíðindafundi á amerikonsku flotastøðini í Uyokosiuka tveir dagar eftir samanstoytin við eitt bingjuskip av Filipsoyggjum.

 

Sjey amerikanskir sóverjuhermenn doyðu, og skaðarnir á skipið vóru so stórir, at tað var um reppið, at oyðarin sakk.

 

Síðan er skipið umvælt og dagført við nýggjastu útgerðini. Upprunaliga varð mett, at umvælingin fór at kosta 368 milliónir dollarar, ella slakar 2,5 milliardir krónur, men endaliga rokningin gjørdist 523 milliónir dollarar, tað eru umleið 3,5 milliardir krónur.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=LbU-po9GB8w]
Sjónbandaupptøkur av USS Fitzegerald, millum annað tá skipið varð umvælt.