* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

USS John S. McCain aftur til sjós eftir deyðiligan samanstoyt

Oyðarin, USS John S. McCain, er nú aftur farin til sjós eftir at hava verið til umvælingar seinastu tvey árini. Oyðarin noyddist til umvælingar, eftir at hann stoytti saman við eitt bingjuskip út fyri Singapor í 2017, og fleiri av manningini á amerikanska oyðaranum lótu lív.

 

Amerikanska sjóverjan boðaði mánadagin frá, at  “Arleigh Burke-class Destroyarin” var liðugt umvældur á “U.S. Naval Ship Repair Facility-Japan Regional Maintenance Center” í Yokosuka, Japan. Nú er skipið farið royndartúr.

 

“Á túrinum fara skip og manning at gera eina røð av royndum fyri at eftirmeta bæði skip og tól,” sigur amerikanska sjóverjan í einum tíðindaskrivi.

 

John S. McCain varð illa skaddur eftir samanstoytin við bingjuskipið, Alnic MC hin 21. august í 2017. Tíggju av manningini á oyðaranum doyðu í samanstoytinum.

 

Kelda: gcaptain


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=U7xIO2DRziE]