* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Modell av nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Útbyggingin av Landssjúkrahúsinum verður dýrari enn ætlað

Heilsu- og innlendismálaráðið heitti fyri jól á Landsverk um at hyggja nærri at útbyggingini á Landssjúkrahúsinum.

Landsverk hevur kannað byggiroknskapin frá 2009, tá ið upprunaliga verklagslógin kom í gildi, fram til í dag, og er komin eftir, at peningurin kann koma at vanta í.

Skal nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum gerast liðugur í verandi líki, fara slakar 43 milliónir krónur at vanta í. Tað hevur Landsverk, ið er byggiharri, kunnað Heilsu- og innlendismálaráðið um í dag.

Talan er um eina væntaða meirnýtslu frá tí byggingin byrjaði og til byggingin er liðug í 2021. Væntaða meirnýtslan órógvar ikki verkætlanina her og nú, men kann við tíðini leggja trýst á verkætlanina, tá ið byggingin nærkast endanum.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur nú heitt á Landsverk um at greina nærri, hvørji átøk kunnu gerast. Landsverk hevur boðað frá, at tað gongur umleið ein mánaður, áðrenn nøkur ítøkilig uppskot eru tøk

Kelda: Heilsu- og Innlendismálið