* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norski útflutningurin av sjógæti setti met fyrra hálvár í ár.

Útflutningurin av norskum sjógæti hevur ongantíð verið so stórur í einum hálvári, sum fyrra hálvár 2021. Í seks mánaðir hevur Noreg útflutt sjógæti fyri 53,7 milliardir norskar krónur.

 

Vøksturin er upp á 472 milliónir danskar krónur ella ein vøkstur upp á eitt prosent síðan 2020.

 

- Hóast norska krónan er styrkt og at koronufarsóttin framvegis merkir marknaðin, er fyrra hálvár í ár tað besta nakrantíð, tá sjógætið verður mett í virði, sigur umsitingarstjórin í Norges sjømatråd, Renate Larsen.

 

Renate Larsen sigur, at undir koronufarsóttini er heimamarknaðurin av sjógæti nógv vaksin, og hon roknar við, at tá heimsins matstovur av álvara lata uppaftur, kann útflutningurin vaksa upp aftur meira.

 

- Á teimum marknaðunum, sum longu hava latið uppaftur, síggja vit stóran vøkstur í matstovuvitjanum – nógv størri vøkstur enn áðrenn farsóttina. Tað fær okkum at hava ein jaligan hugburð til framtíðina, sigur hon.

 

Bara í juni í ár varð sjógæti útflutt fyri 6,6 milliardir danskar krónur. Tað er ein øking upp á seks prosent, ella 362 milliónir danskar krónur samanborið við 2020.

 

Norskir alarar útfluttu meira enn eina hálva millión tons av laksi fyrra hálvár í ár, og útflutningurin hevði virði upp á 25,8 milliardir danskar krónur.

 

Kelda: e24.no