* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Amerikanska sjóverjan er errin av stóru nøgdini av kokaini, sum hald er lagt á.

Útflýggja kokain fyri tríggjar milliardir krónur

Amerikanska sjóverjuskipið, Forward, hevur lossað nærum 17,4 tons av kokaini í Port Everglades. Kokainið varð funnið í eftirlitskanningum hjá ymsum sjóverjuskipum í altjóða sjógvi har eysturi í Kyrrahavinum. Virðið á kokainum verður mett til 466 milliónir dollarar ella umleið tríggjar milliardir krónur.

 

- At forða fyri smugling og at leggja hald á meira enn 17 tons av kokaini er úrslitið av samstarvi og samskipan millum fleiri sjóverjutænastur og altjóða samstarv. Soleiðis kunnu vit taka truplu maritimu avbjóðingina frá tvørtjóða kriminellum fylkingum upo, sigur Michael Sharp, kommandørur á Forward.

 

Narkotikanøgdin, sum nú er løgd upp í Port Everglade, er fingin í 21 átøkum, har farið er umborð á skip og bátar, sum hava verið illtonktir fyri at smugla út fyri Meksiko, Mið- og Suðuramerika.

        

- Eg eri ógvuliga errin av teimum kvinnum og monnum, sum hava gjørt sítt til, at átøkini hava eydnast so væl. Hetta er eitt greitt tekin um, hvussu væl sjóverjan hjá USA livir upp til síni mál um góðsku, nær tað skal vera og hvar tað skal vera, sigur Michael Sharp.

 

Kelda: Maritime Danmark

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Y2KcQZ2BmGc]
Sjónbandabrot um veldigu kokainnøgdirnar.