* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Útlátið frá alheims skipum er 800 milliónir tons CO2 um árið

800 milliónir tons CO2-útlát frá heimsins skipum árliga ella 20 ferðir samlaða CO2 útlátið hjá Noregi. Málið má vera null-útlát, sigur Lars Henrik Paarup Michelsen, dagligur leiðari í “Norsk klimastiftelse”.

 

- Um tað skal eydnast við París-sáttmálanum er ikki nóg mikið at veðurlagsútlátini koma niður í eina helvt áðrenn 2050, soleiðis sum málið hjá altjóða skipaferðsluni er, sigur Lars Henrik Paarup Michelsen, leiðari í “Norsk klimastiftelse”.

 

- Málið má setast hægri sum skjótast, tí málið má vera null-útlát fyri øll skipasløg eftir tríati árum, sigur Lars Henrik Paarup Michelsen.

 

Hann heldur, at við strangari altjóða krøvum og fleiri sjófarandi tjóðum, sum taka undir við hægri veðurlagskrøvum, fer Noreg betur at kunna gera nýtslu av, at landið er millum heimsins fremstu lond á grøna økinum.

 

- Tað hevði verið gott fyri umhvørvið og fyri norska virðisøking, sigur Lars Henrik Paarup Michelsen.

 

Kelda: Skipsrevyen