* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Útlendska manningin umborð á Anitu skal av landinum

Útlendingastýrið hevur tikið avgerð um, at arbeiðið umborð á garnaskipinum Anitu krevur arbeiðsloyvi, og tað hevur manningin ikki. 

Tí skal manningin fara av landinum skjótast gjørligt, boðar ákæruvaldið frá í tíðindaskrivi. 

Sambært avgerðini hjá Útlendingastýrinum krevst arbeiðsloyvi, um eitt føroyskt skrásett skip, sum lið í rutusigling ella regluliga, kemur í føroyska havn. 

Eitt skip verður mett at koma regluliga í føroyska havn, tá skipið vitjar minst 10-15 ferðir í einum 12 mánaðar skeiði. Eitt skip verður eisini mett at koma í føroyska havn, sjálvt um komurnar t.d. henda við brúki av MOB báti, meðan skipið liggur fyri akkeri út fyri havnini. 

Eftir eina ítøkiliga og individuella gjøgnumgongd av framløgdu útlendingamálunum og eftir eina samlaða meting av gongdini, metir Útlendingastýrið ikki, at grundarlag er fyri at vísa manningini av landinum. 

Hetta merkir, at sjálvt um útlendingarnir umborð á Anitu skulu fara úr Føroyum, hava teir ikki fingið innferðarforboð. Teir kunnu sostatt koma aftur, um teir fáa arbeiðsloyvi.

Ákæruvaldið hevur samstundis heitt á Føroya rætt um at halda rættarfund um frágreiðingarnar hjá 5 útlendingum um viðurskiftini umborð á Anitu, so Sjóvinnustýrið kann gera eina meting av, um brot er framt á sjórættarligu reglurnar, herundir lóg um trygd á sjónum. 

Advokaturin hjá reiðarínum er kunnaður um avgerðina.