* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Vit kunnu staðfesta, at nógv vanlig sjófólk nú eru skift út við sjófólk, sum fáa nógv lægri løn undir vánaligari arbeiðskorum. Tað er ein harmilig gongd, heldur Søren Sørensen, formaður í sjómannadeildini hjá 3F.

Útsøgn um ov høgar lønir hjá Mærsk fær kalda móttøku

Útsøgnin hjá HR-leiðaranum hjá Mærsk, Niels Bruus, um, at lønarútreiðslurnar hjá reiðarínum eru ov høgar, fær kælda móttøku frá formanninum í sjómannadeildini hjá 3F, Søren Sørensen. Hann heldur talan vera um eina harmiliga gongd.

 

- Vit kunnu staðfesta, at nógv vanlig sjófólk nú eru skift út við sjófólk, sum fáa nógv lægri løn undir vánaligari arbeiðskorum. Tað er ein harmilig gongd, heldur Søren Sørensen.

 

- Skip við donskum flaggi sigla um allan heim, men umborð á skipunum eru alt færri donsk arbeiðspláss við donskum lønum og undir donskum arbeiðskorum. Hesin veruleiki, samanborið við at donsk reiðarí í mong harrans ár hava fingið veldugan stuðul frá tí almenna, beinleiðis og óbeinleiðis, ger tað neyðug hjá fólkatingi og stjórnini at seta reiðaríunum krøv um sosiala ábyrgd í sambandi við danska arbeiðsmarknaðin og í sambandi við framtíðar útbúgving á sjóvinnuøkinum, sigur Søren Sørensen.

 

Hendan útmeldingin kemur eftir at hr-leiðarin hjá Mærsk, Niels Bruus, í einari samrøðu við Søfart segði:

 

- Vit nýta 500 milliónir dollarar um árið uppá raksturin av manningunum. Um vit høvdu rikið manningarnar á sama hátt, sum kappingarneytarnir gera, høvdu vit spart 80-90 milliónir dollarar árliga. Hendan útreiðslumunin mugu og skulu vit gera nakað við.


Kelda: Maritime Danmark