* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Væl eydnaðar royndir at minka plastikk í havinum

Granskarar boðaðu hósdagin í farnu viku frá, at plastavfallið í havinum kring Bretland er nógv minkað síðan 2010, tá fleiri lond í Evropa gjørdu av at minka um nýtsluna av plastposum.

 

Bretskir og hollendskir granskarar siga, at nøgdin av plastposum í havinum kring Bretland er minkað við meira enn einari helvt síðan 2010.

 

Fleiri evropisk lond, teirra millum Írland, Danmark, Frakland og Bretland, settu avgjøld á plastposar í 2003, og síðan er nýtslan nógv minkað.

 

Stóra ávirkan

- Tiltøkini hjá hesum londum hava ført við sær, at nógv minni hevur verið framleitt av plastposum, og tískil eru eisini færri plastposar at síggja í sjónum, sigur Thomas Maes, granskari, við Thomson Reuters Foundation.

 

- Um vit hugsa vísindaligari um plast, serliga plastposar, sum brúktir verða í gerandisdegnum, kunnu við gera okkara ávirkan á dálkingina í havinum galdandi, sigur ein havlívfrøðingur í Bretska umhvørvis-, fiski- og aligranskingarstovninum.

 

Sambært ST-kanningum verða 8 milliónir tons av plasti sum plastfløskur, plastpakningur og annað plastikavfall koyrt á sjógv árliga. Hetta hevur millum annað við sær, at lívið í havinum verður hótt.

 

Granskarar mæla til strangari krøv fyri at avmarka, at plast endar á sjónum. Í desember í fjør tóku umleið 200 lond undir við at avmarka dálkingina av plasti í heimsins høvum. Verða ongi átøk gjørd, er vandi fyri at meira plast enn fiskur verður í havinum í 2030.

 

- Tað er trupult at fáa plastposar og anna plast, sum verður tveitt á sjógv, uppaftur. Tað týdningarmesta er at steðga útblaking av plasti, siga granskarar.

 

Kelda: MarineLink og Thomson Reuters Foundation