* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Í gjár var farmaskipið Hav Nordic á Runavík við útgerð til nýggju bryggjuna, sum skal gerast.

Hetta var fyrstu ferð, skipið var á Runavík, síðani reiðaríði Frakt og Sand yvirtók skipið 14. mars í ár.

- Vit eru vælnøgdir við skipið, sum er í góðum standið hóast síni 27 ár, sigur skiparin Leivur Christiansen.

Hann sigur, at teir hava verið víða hesar fimm vikurnar síðani yvirtøkuna. Teir hava verið í Póllandi, Íslandi, á Fuglafirði, í Frankaríki, í Skotlandi og nú komu teir úr Belgia.

Teir hava eisini nakað av tilfari til Havsbrún, sum verður uppskipað í Fuglafirði í dag. Av Fuglafirði liggur leiðin til Noregs, har lastað verður til Íslands.

-Vit eru seks mans við Hav Nordic. Tveir av monnunum hava siglt við í áravís og fylgdu við yvirtøkuni. Teir kenna skipið út og inn og tað kom væl við, nú vit fýra eru nýggir umborð, sigur Leivur.

Tólv mans hoyra til Hav Nordic. Teir eru umborð í seks vikur og heima í seks vikur.