* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bingjuskip liggja framvegis í bíðirøð at sleppa í havn at lossa í USA.

Metstóru farmamongdirnar í amerikonskum havnum fara at halda fram langt inn í 2022, sigur havnarmeistari við Bloomberg.

 

Amerikanskar havnir fara at merkja trýstið frá brúkarunum í landinum – og methøga eftirspurningin - langt inn í komandi ár. Tað metir havnarmeistarin í einari av størstu havnunum í USA, Georgia Port Authority.

 

- Vit síggja lættliga fyri okkum, at hetta fer at vara til kinverska nýggjárið, og mong tekin eru um, at tað kann vara upp aftur longur, sigur havnarmeistarin, Griff Lynch, við Bloomberg.

 

- Í samskiftinum, vit hava við kundar okkara dagliga, skilst, at teir framvegis hava hálvtómar goymslur, sigur hann.

 

Tað eru serliga havnirnar á vesturstrond USA, ið hava úr at gera við at liva upp til ógvusliga eftirspurningin, og at bingjuskip mangan liggja í bíðirøð á redini, tí tey sleppa ikki framat at lossa.

 

Á eysturstrondini liggja størstu havnirnar, New York / New Jersey og Savannah í Georgia, har hendan seinasta tók ímóti 478.620 teu (1 teu = ein 20 fóts-bingja) bara í mai. Tað eru 100.000 teu meira enn vanligt.

 

Kelda: Shippingwatch