* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vænta minkandi oljueftirspurning longu í 2024

Fleiri greinarar og serfrøðingar síggja nú byrjanina til endan av oljuøldini. Men ósemja er um, nær tað verður. Flestu oljufeløgini vænta onga broyting fyrrenn eftir 2030, men sambært greinarum hjá fíggjarrisanum Goldman Sachs fer eftirspurningurin longu at minka um fá ár, skrivar Reuters.

– Okkara meting er, at oljueftirspurningurin fer at minka eftir 2024, siga Goldman-greinararnir.

Hetta er tó treytað av, at alheims akfarsflotin verður meira effektivur, at elbilarnir økjast í tali og at brennievnisprísirnir hækka.

Hinvegin kann munandi vøkstur í skjótt vaksandi búskapum sum India gera, at eftirspurningurin eftir olju heldur fram við at vaksa til 2030, siga greinararnir í Goldman Sachs.

Í løtuni eru bert tvær miljónir elbilar í heiminum, men hetta talið kann verða fleirfaldað, um metingin hjá fíggjarrisanum heldur.

Greinararnir vænta, at yvirskot verður av reinsaðum oljuúrdráttum næstu fimm árini, tí kapasiteturin er nógv øktur, meðan vøksturin í eftirspurninginum er steðgaður.

Hetta kann m.a. bera í sær, at fleiri reinsingarvirki noyðast at lata aftur, heldur Goldman.

Nógmikið av olju

Orsøkin til, at summir serfrøðingar vænta afturgongd í eftirspurninginum, er ikki, at tað verður oljutrot, men heldur at alternativini verða betri og bíligari.

Haraftrat hevur heimurin sett sær framsøkin veðurlagsmál í Parísavtaluni frá 2015, sum kunnu skunda undir eina skjótari umlegging av orkuvinnuni enn heimurin higartil hevur sæð.

Norska Statoil legði herfyri fram eina frágreiðing, har oljufelagið spáddi, at eftirspurningurin eftir olju fór at koma í hæddina í 2030 - møguliga longu í 2025, um heimurin megnar at avmarka alheims upphitingina til tvey stig.

Men Statoil leggur aftrat, at felagið eisini sær fyri sær, at oljueftirspurningurin kann vaksa heilt fram til 2050.

Oljufelagið sigur, at tørvur verður á mongum nýggjum oljuútbyggingum í framtíðini, tí framleiðslan í verandi økjum fellur við 4 prosentum um árið. Alheims framleiðslan hevði steðgað upp, um oljufeløgini ikki fóru undir nýggjar verkætlanir.

Banna dieselbilum

Seinastu árini eru prísirnir á lágútlátsvørum sum elbilum og battaríum, vindmyllum og sólkyknupanelum falnir nógv otrsaka av nýggjari tøkni, øktari gransking og størri framleiðslu.

Nú tosa eisini alsamt fleiri lond um at banna sølu av dálkandi bilum, eitt nú dieselbilum.

Í Norra skulu hesir bilarnir burtur av vegunum longu innan 2025, í India er talan um at seta bann í gildi í 2030 og í Bretlandi í 2040.

Leggja eisini dent á grønt

Hóast oljufeløgini vænta, at olja og gass verður ein partur av svarinum í fleiri áratíggjur aftrat, ætla fleiri teirra kortini at forvinna pengar upp á vøksturin innan varandi orku.

Statoil hevur gjørdur íløgur fyri fleiri miljardir í havvindmyllulundir sum Sheringham Shoal, Dudgeon og Arkona, meðan franska Total brúkar nógvan pening upp á sólorkuverkætlanir.

Hetta eru tó lutfalsliga smáar íløgur samanborið við høvuðsvirksemið hjá feløgunum, sum er at tryggja einum - ið hvussu er í løtuni - ómettiligum heimi nóg nógva fossila orku.

Kelda: e24