* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vága Floghavn økir javnt og samt um ferðafólkatalið

Hóast februarmánaði ikki royndist eins væl og januarmánaði hjá Vága Floghavn, hvat talinum á ferðafólki, ið komu og fóru um flogvøllin, viðvíkur, so var kortini talan um ein fittan vøkstur samanborið við sama mánaða í fjør. Tað vísir uppgerðin hjá Vága Floghavn fyri ársins næsta mánaða, ið júst er kunngjørd.

Í februar komu og fóru 16.659 fólk um flogvøllin. Tað eru 2.932 fólk færri enn í januar, men kortini ein framgongd upp á 13,1 prosent samanborið við februar 2017.

Í januar komu og fóru 19.591 fólk um flogvøllin. Tað var ein framgongd upp á 10,3 prosent samanborið við ársins fyrsta mánaða í fjør.

Tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár eru 36.250 fólk komin og farin um Vága Floghavn. Hetta er ein framgongd upp á 11,6 prosent samanborið við januar og februar 2017. Sostatt heldur Vága Floghavn javnt og samt fram við at økja um ferðafólkatalið. 

Kelda: fae.fo