
Arbeiðsloysið millum limirnar í Søfartens Ledere er nú fyri fyrstu ferð í meira enn 10 ár omanfyri fimm prosent. Roknað verður við, at hækkingin, sum er ein avleiðing av lágu farmagjøldunum og kreppuni í oljuvinnuni, heldur fram við at vaksa komandi mánaðirnar. ”Høga arbeiðsloysið kemst serliga av lágu farmagjøldunum, ið leggja bingju- og turrfarmavinnuna undir trýst, og lága oljuprísinum, sum hevur rakt frálandsvinnuna sera meint, eisini í Norra”, sigur Peter Friis Jespersen, ráðgevi í Søfartens Ledere. Í desember var arbeiðsloysið 3,5 pst. Somu tíð í 2015 var talið 1,8 pst., sambært fakfeløgunum. Kelda: Søfartens Ledere/maritimedanmark.dk |