* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Trupulleikarnir við dálkaðari bunkarolju halda fram og versna.

Vánalig bunkarolja førir til fleiri maskinskaðar

Aftaná meira enn 100 maskinskaðar kring um í heiminum er púra greitt, at maritimi ídnaðurin í dag upplivir eina av ringastu kreppunum við dálkaðari bunkarolju.

 

Ímeðan alt fleiri skip verða rakt av maskintrupulleikum, veksur ørkymlanin í shippingídnaðinum, tí tað framvegis er nógv dálkað bunkarolja í umferð. Tað sær eisini út til at vera ógjørligt at finna útav, hvaðan dálkaða bunkaroljan kemur.

 

Fyrstu lastirnar av dálkaðari bunkarolju vóru bunkraðar í Houston, men sama skitna bunkaroljan er eisini fingin í havnum í Karibia, Panama, Singapor, Malaysia og Hong Kong.

 

Ósemja

Serfrøðingar í bunkarolju er ósamdir um, hvør orsøkin er til trupulleikarnar. Ein greiningarstova meinar, at spor eru av einari fremmandari evnafrøðiligari samanseting, Fenoler, í dálkaðu oljuni. Aðrir serfrøðingar vísa hesum aftur.

 

“Vanliga dálkar skitin bunkarolja filtrini, men seinast maskinskaðarnir hava verið álvarsligari. Til dømis sær út til, at skitna oljan oyðileggur brennievnispumpurnar, og tá kann vandi vera á ferð, tí maskinan kann steðga,” sigur Kjeld Aabo, Man Energy Solutions, við Søfart.

 

Kelda: Skipsrevyen/Søfart