* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
IKEA hækkar nú prísirnar.

Heimsins størsta møpilketa, IKEA, hækkar nú prísirnar við í miðal 9 prosentum. Orsøkin eru hækkandir prísir á farmagjaldi og rávørum, sigur umboð fyri IKEA.

 

IKEA hevur fyrr boðað frá, at ketan hevur keypt bingjur og leigað farmaskip burturav, fyri at sleppa uttanum fløskuhálsarnar og fyri at sleppa undan príshækkingum. Men í dag sær handilsketan í eyguni, at prísirnar - hóast hesi tiltøku - eru høgir og hækkandi.

 

Tí er neyðugt hjá IKEA at hækka prísin á vørunum við í miðal 9 prosentum.

 

- Tíverri eru vit nú fyri fyrstu ferð, síðan farmakostnaður og annar kostnaður rakti alheims búskaping, noydd at senda rokningina víðari til okkara viðskiftafólk, sigur Tolga Öncü, Retail Operations Manager hjá IKEA.

 

- IKEA stendur frammanfyri avgerandi rávøruavmarkingum, samstundis sum avgjøldini hækka, og vit síggja onga loysn í bræði, sigur IKEA í tíðindabrævi.

 

Kelda: gCaptain