* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kreppan í oljuvinnuni setur síni djúpu spor í bókunum hjá føroyska veitaranum av arbeiðsmegi til frálandsvinnuna, PAM Offshore Service Pf, sum er partur av Mest samtakinum. Nettosølan hjá PAM er minkað 100 mió kr í trý ár.

Árið í fjør endaði við halli uppá 661 tkr áðrenn skatt. Tað skal haldast upp ímóti einum vinningi uppá 2,1 mió kr árið fyri, og einum miðalvinningi uppá 2,8 mió kr seinastu 13 árini.

PAM hevur onga skuld og ein eginpening uppá 3,7 mió kr., og er sum sagt partur av fíggjarliga sterka Mest. Men fyritøkan er ikki longur tað gulleggið, sum tað einaferð var, og tað er langt upp til gyltu tindarnar fyri bara fáum árum síðani. Til dømis í 2013 tá nærum 11 mió kr lógu eftir og 2014 tá 8 mió kr lupu av.

Miðaltalið av starvsfólkum var í fjør 72. Árið fyri var tað 132 og fara vit aftur til 2014 var tað 171.

Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at hon er ikki nøgd við úrslitið, men undir verandi umstøðum má tað sigast at vera nøktandi.

- Samstundis sum arbeiðið er nógv minkað, er kappingin harðnað, men tað hevur eydnast at fáa í lag fleiri avtalur við aktørarnar í oljuvinnuni, sigur leiðslan millum annað í ársfrágreiðingini.

Hon væntar, at 2017 fer at líkjast 2016.

Kelda: vp.fo