* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vandi fyri sjórænaraálopi í Meksikoflógvanum

Amerikanska uttanríkisráðið ávarar nú um vanda fyri sjórænaraálopi har suðuri í Meksikiflógvanum.

 

Ávaringin kemur eftir fleiri álop á skip og oljupallar- og á annað oljuarbeiði í Meksikoflógvanum.

 

Meksiko hevur stórar trupulleikar við skipaðum brotsmannavirksemi, og tað eru partar av hesum virkseminum, sum nú hava breitt seg út á meksikansku havleiðirnar.

 

Forsetin í Meksiko, Andres Manuel Lobez Obrador, vann fyri hálvumøðrum ári síðani forsetavalið við lyfti um at minka brotsmannavirksemið í landinum. Men brotsmannavirksemið er í staðin vaksið, síðan Andres Manuel Lobez Obrador tó við sum forseti landsins.

 

Kelda: Tradewinds