* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vard fær milliardasáttmála

Norska skipasmiðjusamtakið, Vard, hevur júst undirskrivað nýggjan milliarda sáttmála. Vard skal smíða eitt nýtt kaðalskip til italska Prysmian Group fyri 1,3 milliardir krónur.

 

Italski kaðalrisin hevur latið Vard uppgávuna at sniðgeva og smíða nýggja kaðalskipið.

 

Tað er Vard Design í Ålesund, sum hevur sniðgivið skrokkin, og hann skal smíðast á Vard Tulcea-skipasmiðjuni í Rumenia. Síðani skal skipið gerast liðugt á Vard-skipasmiðjuni Vard Brattvaag, sum liggur millum Molde og Ålesund í Noregi.

 

Roknað verður við, at skipið verður latið italsku eigarunum fjórða ársfjórðing í 2020.

 

Serliga útgjørda kaðalskipið verður 172 metrar langt og er útgjørt til arbeiðir niður á meira enn 2000 metra dýpi.

 

- Drúgvu royndir okkara at sniðgeva og smíða kaðalskip og onnur serútgjørd skip seinastu árini, blandað við vitanini hjá Prysmian Group at arbeiða við heilt serligum og truplum uppgávum, sum til dømis at leggja kaðalar á botni, hevur verið ein stór styrki, sigur Roy Reite, stjóri í Vard.

 

Prysmian Group er millum heimsins fremstu útbjóðarar á økinum, sum hevur við orku- og telekomkaðalar at gera. Felagið umsetti fyri slakar 60 milliardir krónur í 2017.

 

Vard Group AS er fyrrverandi STX EUROPE. Hetta er eitt skipasmiðjusamtak, sum hevur høvuðsskrivstovu í Ålesund. Italska skipasmiðjusamtakið, Fincantieri, eigur meirilutan í Vard. Vard hevur fimm skipasmiðjur í Noregi, tvær í Brasilia, tvær í Rumenia og eina í Vjetnam. Norsku skipasmiðjurnar eru Vard Aukra, Vard Brattvaag, Vard Brevik, Vard Langsten og Vard Søviknes.

 

Myndatekstur: Sniðið av nýggja kápulskipinum, sum Vard skal smíða. Niðara myndin er av Vard Aukra í Noregi.

 

Kelda: DN og Wikipedia