* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska Vard-skipasmiðjan hevur gjørt sáttmála við týska reiðaríið, Hapag-Lloyd Cruises, um at smíða eitt reikferðamannaskip aftrat.

Vard skal smíða eitt reikferðaskip aftrat

Norska Vard-skipasmiðjan hevur gjørt sáttmála um at smíða eitt reikferðaskip aftrat teimum báðum, skipasmiðjan longu er í ferð við at smíða.

 

Tað er Vard Holding Limited, sum boðar frá, at felagið hevur tryggjað sær ein sáttmála aftrat, og at tað snýr seg um at smíða eitt marglætis reikferðaskip fyri týska reiðaríið, Hapag-Lloyd Cruises.

 

Skipið skal latast eigarunum frá Vard Langsten-skipsmiðjuni í Noregi annan ársfjórðing í 2021. Skrokkurin verður smíðaður á Vard í Rumenia.

 

Sagt verður, at skipið verður 16.000 tons, 139 metrar langt og 22 metrar breitt.

 

Skipið fer at hava sjey dekk til ferðafólk, og pláss verður fyri 230 ferðafólkum íalt.

 

Vard smíðar longu tvey reikferðaskip fyri týska reiðaríið, og tey eru serliga sniðgivin at sigla í póløkinum, Antarktis og í heitum ferðamálum sum Amasoninum.

 

Kelda: Hegnar