* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mynd: Portal.fo/Kjartan Johannesen/mbl.is

Varðin Pelagic á Tvøroyri kolað upp

Um 10-tíðina í morgun kom frábóðan um, at eldur var í Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Maskinmenn, sum gjørdu ymiskt viðlíkahald og annað, varnaðust nógvan royk og so var at fáa fólk út. 

Eldurin hevur kolað at kalla alt virkið upp. Alt frá frystigoymsluni og úteftir er brent.

Brimil er komin á Tvøroyri og hevur síðan á middegi spulað vatn á eldin í Varðanum Pelagic saman við brandbilum. Og um 13.45 tíðina kom eisini Triton á Tvøroyri at hjálpa til við at sløkkja.

Umborð á Smyrli seinnapartin av Havnini vóru fleiri brandbilar úr Havn og frá Vága Floghavn.

Tjaldrið og Samson eru eisini farnir suður á Tvøroyri at hjálpa til.

Ammoniak er í goymsluni á Varðanum Pelagic. Roykurin er vandamikil at anda í seg. Løgreglan bað tí fólk á Tvøroyri, Trongisvági og í Líðini um at fara frá húsum og søkja suðureftir.

Íbúgvar eiga at halda seg burtur, inntil nærri boð koma frá politinum. Politiið sigur, at ættin er soleiðis, at fólk á Tvøroyri, Trongisvági og í Líðini verða biðin um at søkja suðureftir.

Miðnámsskúlin í Hovi er opin og eisini Vágs Høll og VB-húsið, har kunnu fólk fara.

Skúlabørn og lærarar í Tvøroyrar skúla eru eisini farin úr skúlanum. Finn Thomsen, skúlastjóri, greiðir frá. at allir næmingar eru farnir úr skúlanum og eru úti við Minnisvarðan á Torvheyggi – næmingarnar hava tað gott og eru tryggir.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, segði við Kringvarpið seinnapartin, at nú er eldurin um at vera køvdur.

– Virkið er illa brent, og takið, sum vendir út móti sjónum, stendur nú til at rapa, sigur Jón Klein Olsen.

Hann kann framvegis ikki siga nakað um, nær tvøráfólk sleppa heimaftur.

– Fyrst mugu vit kanna, hvussu nógv ammoniak er likið út, og hvussu tað hevur ávirkað umhvørvið, sigur Jón Klein Olsen.

Eldsbrunin er ein dyggur smeitur fyri tey 175 starvsfólkini, sum dagliga starvast á virkinum.

Tað fer minst at taka eitt hálvt ár at byggja virkið upp aftur.

Sambært roknskapinum stóð virkið í 251 milliónum í roknskapinum frá 2015, og síðani tá eru nýíløgur gjørdar, so virkið undan eldinum hevði eitt virði við øllum á minst 300 milliónir krónur.

Kelda: Suðuroyarportalurin, VP o.fl.