
Vatnskaðar fyri Milliónaupphæddir
Tað var møguliga ein bygnings skeivleiki hjá Skipasmiðjuni Lindø í Odensen, sum gjørdi at stórar mongdir av sjógvi streymaðu inn í maskinrúmið, á Kontainaraskipinum Emma Mærsk ávegis ígjøgnum Suez veitina.
Men tað var eisini sin kápulgrøv sum gjørdi at sjógvur kundi streyma inn í maskinrúmið, eftur at ein síðuskrúva brendi saman. Skipið er nú á Fincantieri skipasmiðuni í Palermo á Sicilien, og hava teir pumpa sjógvin úr skipinum. Eftur stendur so hví hettar hendi og hvat tað kemur at kosta at umvæla skaðarnar. Hettar er so tann mest trubla uppgávan innanfyri tann danska skipaflotan at fáa loyst, og kemur tað at kosta millum 180 og 240 milliónir.
Hettar sigur Frans Sommer Reuss, sum er Fleet Group stjóri í tí tekniska skipa bólkinum hjá Mærsk Line. ’’Vit hvørki kunna ella vilja staðfesta hvør hevur ábyrdina av hesum óhappinum’’, sigur hann við blaði Søfart. ’’Vit kunna staðfesta at lensi ávaringar og tað vatntætta skotti í aksiltunnilinum vóru í ordan. Men sjógvur fann sær veg umvegis tær stóru kápul gjøgnumføringar, sum ganga ígjøgnum aksul tunnulin,’’ sigur Frans Sommer Reuss. ’’Arbeiði at umvæla skaðan er farið ígongd, og leggja vit doyðin á at fáa alt upp at koyra aftur, soleiðis at Emma Mærsk kann koma út at sigla aftur skjótast gjørligt,’’ sigur har yvurfyri Søfart.
Hesin bygnings skeivleiki var ikki tann beinleiðis orsøkin til at man fáar tímar aftaná vanlukkuna kundi staðfesta, at sjógvur stóð uppí 16 metra hædd í maskinrúminum. Men hann var fyri víst við til at sjógvur kundi streyma inn frá lekanum sum kom frá síðiskrúvuni, og inní hjarta á skipinum. Roknast kann við at umvælingin kemur at taka 3 til 4 mánaðar, og eru meira enn 200 mans í gongd við hettar, har arbeitt verður í skiftisvagtum allar dagar um vikuna, og eru tað fleiri túsund lutir sum skulla reinast, turkast og samlast av nýggjum.
Kelda: blaði Søfart
Martin Sonny Frederiksen / www.antares.fo