* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Veðurlagsbólkur vísir kantuta ætlan burtur

Veðurlagsbólkurin undir IMO vísir franska uppskotinum um at noyða ferðina á stórum skipum niður við lóg aftur. Eisini eitt uppskot at avmarka maskinmegina varð afturvíst. Endamálið við uppskotinum var at minka um CO2-útlátið.

 

Felagið Donsk Reiðarí stuðlaði seinna uppskotinum saman við Noregi, Japan og BIMCO. Kortini er Maria Skipper Schwenn, stjóri í Donskum Reiðaríum, væl nøgd við úrslitið av kjakinum millum limalondini.

 

Niðurstøðan hjá limalondunum var nevniliga, at fáa IMO at seta pliktandi mál fyri at minka CO2-útlátið, men samstundis geva londunum frælsi at finna sínar egnu loysnir at røkka málunum.

 

“Vit eru rættiliga væl nøgd við niðurstøðuna,” sigur Marie Skipper Schwenn.

 

Eins og fleiri onnur limalond var felagið Donsk Reiðarí hart ímóti franska uppskotinum um treytaða ferðavmarking, tí talan hevði bara verið um eina stokkuta loysn.

 

Kelda: Maritimedanmark