* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Veldugar nøgdir av olju eftir í Norra

Tað eru framvegis "veldugar nøgdir" av olju og gassi eftir í norska partinum av Norðsjónum.

Ein nýggj frágreiðing frá norska oljudirektoratinum sigur, at fund eru gjørd á norska landgrunninum, sum innihalda umleið 4,4 mia. tunnur av olju.

Harumframt kunnu 5,4 miljardir tunnur av olju útvinnast aftrat, um oljufeløgini gera av at gera upp aftur meiri íløgur í verkætlanir, sum longu eru í gongd, skrivar Dagens Næringsliv.

"Í Norra hava vit framleitt olju og gass í skjótt 50 ár, og vit eru enn ikki komin hálva leið. Fund av veldugum nøgdum av olju og gassi á norska landgrunninum bíða framvegis eftir at verða framleidd. Vit vilja fegin hava feløg higar, sum hava evni og vilja til at brúka nýggja vitan og framkomna tøkni. Hetta fer at geva lønandi framleiðslu í mong ár framyvir," sigur Ingrid Sølvberg, stjóri fyri útbygging og rakstri í oljudirektoratinum, í eini fráboðan.

Higartil størsti einstaki fundurin á norska landgrunninum er Johan Sverdrup-feltið.

Kelda: shippingwatch.dk