* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av skipunum, sum eru í uppskoti til norska heiðurin, Ship og the Year, er nýggja krillskipið hjá Aker Biomarine. Skipið er ikki doypt enn, og hevur tískil onki navn.

Velja ársins skip í Noregi

Ein dómsnevnd hevur valt trý skip út til høgt virda heiðurin at vinna virðislønina sum Ship og the year, sum hesaferð verður latin á stóru maritimu stevnuni, SMM,  í Hamburg.

 

Eitt av norsku skipunum, sum er við í kappingini, er krillskipið hjá Aker Biomarine, sum í løtuni verður smíðað á Vard Brattvaag-skipasmiðjuni.

 

Tað eru lesarar hjá norska miðlinum, Skipsrevyen, sum hava skotið skipini í kappingini upp, og uppskotini hava verið nógv, sigur skrivarin í dómsnevndini, Asle Strønen.

 

Eftir drúgt arbeiði er nú komið fram til tey trý skipini, sum vera við í endaligu kappingini. Skipini eru:

 

M/S “Future of The Fjords”, Brødrene Aa AS bnr. 291 til The Fjords DA

M/S “Le Laperouse”, Vard Søviknes bnr. 848 til Ponant

M/S “”, Vard Brattvaag-skipasmiðjan bnr. 883 til Aker Biomarine

 

Sum tað sæst, so hevur eitt av skipunum fyribils bara fingi eitt bygginummar, tí skipið er ikki doypt enn.

 

Í dómsnevndini sita Harald Solberg, forstjóri í norska reiðarafelagnum, Lars Gørvell-Dahll, maritimur stjori í Norsk Industri, og Asle Strønen, skrivari.

 

Kelda: Skipsrevyen