* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mistanki er um, at norðurkoreiskir tvingsilsarbeiðarar vórðu brúktir, tá skrokkurin á sjóverjuskipinum, Lauge Koch, varð smíðaður í Póllandi. Nú fær danska verjumálaráðið átalu.

Verjumálaráðið fær ábreiðslur í máli um norðurkoreiskar tvingsilsarbeiðarar

Eftirlitsstovnurin, MKI, staðfestir í einari ábreiðslu, at danska verjumálaráðið gjørdi ov lítið at tryggja seg ímóti broti á mannarættindini, tá sjóverjuskipið “Lauge Koch” varð smíðað.

 

MKI er ein óheftur stovnur, sum heldur eygað við, um virki og myndugleikar halda reglurnar hjá OECD fyri fleirtjóða fyritøkur.

 

Information og DR avdúkaðu seinasta heyst, at norðurkoreiskir tvingsilsarbeiðarar eftir øllum at døma vórðu brúktir at smíða skrokkin á sjóverjuskipinum. Skrokkurin varð smíðaður í Póllandi.

 

MKI hevur ikki kannað, um norðurkoreiskir arbeiðsmenn veruliga arbeiddu uppá skrokkin, men Verjumálaráðið fær kortini átalu fyri ikki at hava gjørt nógmikið fyri at forða fyri illkennan av rættindunum hjá arbeiðarunum.

 

Verjumálaráðið hevur higartil hildið uppá, at tað ikki kundi seta krav um CSR (Corporate Social Responsibility) í sáttmálan, tí tað hevði verið í stríð við ein gamlan sáttmála frá 2004. Men hesum vísir MKI aftur og staðfestir, at ráðið hevði skyldu at seta kravið.

 

Kelda: Søfart