* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein granskingarætlan í Svøríki skal minka vandan fyri kynsligum ágangi til sjós.

Verkætlan skal minka vandan fyri kynsligum ágangi til sjós

Sonevndi MeToo-bólkurin fyri sjófólk hevur fingið politikarar at hyggja at trupulleikanum millum sjófólk. Ein granskingarætlan skal gerast á Sjóvinnuháskúlanum á Linnéuniversitetinum í Kalmar í Svøríki, sum skal finna mannagongdir og ætlanir til tess at minka um vandan fyri kynsligum ágangi og vanæring í sjóvinnuni.

 

Linnéuniversitetið viðurkennir, at heldur ikki í sjóvinnuni slepst undan frásagnum um kynsligan ágang og vanæring. Í einum skrivi vísa umboð fyri universitetið á, at sjófólk mangan eru burtur í fleiri mánaðir út í eitt, og tað ber í sær, at tey, sum eru fyri ágangi, er ógvuliga útsett og hava torført at fáa hjálp.

 

Tøl vísa, at 1.150 svenskar kvinnur arbeiða sum sjófólk. Higartil hevur verið satsað uppá at melda tilburðir við kynsligum ágangi heldur enn at fyribyrgja ágang. Hetta skal granskingarætlanin broyta.

 

- Vit vilja við ætlanini broyta hesi viðurskifti, og tey skulu broytast beinanvegin. Men ætlanin skal eisini vera virkin langt inn í framtíðina. Vit vilja hava eina trygga sjóvinnu við javnrættindum, har øll verða virðismett eins uttan mun til, hvørji tey eru, sigur Cecilia Østerman, lektari í sjóvinnuvísindum.

 

Cecilia Østerman skal saman við starvsfelaganum, Karin Lundberg, standa á odda fyri granskingarætlanini.

 

Kelda: Linnéuniversitetið