* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vestager góðkennir ríkisstuðul til skipasmiðju

ES-kommisserurin í kappingarmálum, danska Margrethe Vestager, hevur júst góðkent ein ríkisstuðul til kroatisku skipasmiðjuna Uljanik upp á 96 mió. evrur. Stuðulin verður latin sum lán frá statinum, sum skal fáa skipasmiðjuna úr eini gjaldføriskreppu við atliti at eini umskipan.

“Veðhaldið hjá kroatiska statinum fer at hjálpa Uljanik skipasmiðjuni at kunna halda fram við rakstrinum og varðveita 1.800 arbeiðspláss, meðan hon arbeiðir við eini bygnaðarætlan, ið kann tryggja hennara framtíð,” sigur Margrethe Vesterager í tíðindaskrivi.

Bygnaðarætlanin skal tryggja, at felagið aftur fer at bera seg sum frálíður uttan almennan stuðul og á tann hátt varðveitir arbeiðspláss á burðardyggum grundarlagi.

Ein av fortreytunum fyri góðkenningini av ríkisstuðlinum er, at Kroatia kann útvega eina bygnaðarætlan fyri felagið innan seks mánaðir.

Leiðreglurnar fyri ríkisstuðuli í ES siga, at ES-nevndin kann loyva ríkisstuðuli, um hann er avmarkaður í tíð og vavi og stuðlar upp undir eitt mál, ið hevur almennan áhuga. Uljanik skipasmiðjan liggur í einum øki, har arbeiðsloysið er munandi hægri enn miðaltalið í ES.

Kelda: ES-nevndin/maritimedanmark.dk