* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vetrarkuldin positiva ávirkan á laksaprísin

Kaldi veturin hevur havt positiva ávirkan á laksaprísin. Seinastu tríggjar vikurnar er spottprísurin á laksi hækkaður úr 52,1 til 66,9 norskar krónur fyri kilo, svarandi til eina øking upp á 28 prosent, sambært tølum frá Fishpool.

Hetta hendir, eftir at prísirnir vóru fallandi at kalla alt árið í fjør. Orsøkin var, at útboðið av laksi var størri enn eftirspurningurin. Nú er vent í holuni og aftur størri eftirspurningur enn útboð - ið hvussu er fyribils sambært greinaranum Tore Tønseth í Sparebank 1 Markets.

– Ein týdningarmikil orsøk er vetrarkuldin, sum ger, at fiskurin veksur seinni, og at útboðið harvið verður minni, sigur Tønseth.

Spottprísirnir fullu úr 80 krónum fyri kilo í fjør niður í 40 krónur, tá hann var lægst, men nú eru prísirni farnir langt upp um 60 krónur aftur.

Sambært iLaks skulu vit aftur til 1986 fyri at finna eins høgt prísstøði í mars, og sambært miðlinum vænta norskir laksaalarar, at prísirnir fara upp í loft í hesi vikuni.

Keldurnar hjá iLaks vænta ein prís á laksi millum 3-4 kilo upp á 68-72 krónur.

Seinastu príshækkingarnar hava økt munandi um áhugan fyri laksapartabrøvum. Síðani síðst í januar er indeksið, sum fylgir laksapartabrøvunum á keypskálanum í Oslo, hækkað við 26 prosentum, og seinnapartin fríggjadagin var tað eitt prosent undir metinum í fjørheyst.

Millum tey bjartskygnu er Pareto Securities. Frá einum miðalprísi upp á 56 krónur fyri kilo í ár, væntar meklarahúsið, at miðalprísurin fer at hækka til 60 krónur kilo í 2019, og til 61 krónur í 2020.

Kelda: e24.no