* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Við skipi nærindis eldgosi

Tað er sjáldan, at eitt skip er statt nærindis einum gosfjalli, tá tað fer at goysa, og upp aftur sjáldsamari, at tað hendir samstundis við, at ein av manningini er í ferð við at taka upp á video. Men tað er júst, hvat ið hendir á upptøkuni niðanfyri.

Videoin er tikin upp 29. august á leiðini út fyri Port of Rabaul í Papua New Guinea. Havnin liggur stutt frá gosfjallinum Mount Tavurvur, ið fer at goysa, meðan Phil McNamara er í gongd við at filma.

Tað kemur eisini greitt fram á ljóðsporinum, hvussu ovfarin myndamaðurin verður.

Kelda: You Tube

Video: Phil McNamara