* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Video: Heimsins størsta ferðamannaskip av barkastokki

Um vikuskiftið fór nýggja skipið hjá reiðarínum Royal Caribbean, Symphony of the Seas, av barkastokki á STX-skipasmiðjuni í St. Nazaire í Fraklandi. Við eini tonnasju upp á 230.000 BRT og plássi til 6.870 ferðafólk er hetta heimsins higartil størsta ferðamannaskip – umleið 1.700 BRT størri enn onnur skip í Oasis-røðini.

Symphony of the Seas verður fjórða skipið í oasis-røðini. Symphony of the Seas fær 28 kømur fleiri enn systurskipið Harmony of The Seas. Tað fer eisini at kunna reypa av mongum av somu nýskapandi hentleikum sum systurskipini, her ímillum Oasis of the Seas and Allure of the Seas, sum tildømis Bionic Bar, AquaTheater og Central Park og Boardwalk.

Harumframt fer tað at hava Perfect Storm-trioina av vatnrusjibanum og Ultimate Abyss, sum eisini eru umborð á Harmony of The Seas. Skipið skal nú gerast liðugt. Síðani fer tað í sigling í Miðjarðarhavinum, áðrenn tað setur kós tvørturum Atlantshavið. Í vetrarhálvárinum frá november fær skipið støð í Miami og skal sigla í Karibia.

Skipið verður millum tey fyrstu, ið tekur nýggja ferðavinnuterminalin hjá Royal Caribbean í Miami í brúk. Terminalurin skal vera klárur í oktober 2018 og fer at avgreiða umleið 1,8 miljónir ferðafólk um árið. Hetta er nærum ein triðingur av árliga cruise-ferðamannatalinum í Miami.

Niðanfyri ein upptøka frá sjósetingini fríggjadgin.

Kelda: cruisecritic/maritimedanmark.dk