* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Video: Kom við umborð á heimsins størsta ferðamannaskip

Tað er útselt á heimsins størsta ferðamannaskipi, Symphony of the Seas, tá tað 7. apríl stevnir út á sína fyrstu ferð úr Barcelona við 6.680 gestum og eini manning upp á 2.200 umborð. Skipið verður latið reiðarínum í morgin. Síggj time-lapse video av seinastu fyrireikingunum her.

Skipið verður við 228.081 gt, eini longd upp á 362 metrar og eini breidd upp á 66 metrar heimsins størsta ferðamannaskip, sum altso kann hýsa nærum 9.000 fólkum.

Summarið fer við útferðum í Miðjarðarhavinum, áðrenn leiðin gongur til Karibia.

Kom við á eina skjóta rundferð á risastóra skipinum her:



Kelda: Royal Caribbean