* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Video: Nýtt Maersk Supply Starfish verður bygt

Norska Kleven skipasmiðjan hevur lagt eina video á YouTube, ið vísir, hvussu nýggja skipið hjá Maersk Supply Service verður bygt. Skipið, sum er í gerð, er eitt av fimm írestandi skipum til donsku fyritøkuna. Videoin, ið er ein time-lapse, vísir arbeiði í tríggjar mánaðir upp á umleið tveir minuttir.

Hetta er nýbygningur nr. 386. Talan er um eitt skip av slagnum Salt 200 AHTS, sum Salt Ship Design hevur sniðgjørt. Allur Starfish-flotin er eins við eini longd upp á 95 metrar, breidd upp á 25 metrar, eini ROV-garasju til eina ROV Launch and Recovery System (LARS) við innbygdum ROV-eftirlitsrúmi umframt kømur til 52 persónar.

Tað fyrsta av teimum seks skipunum er longu latið Maersk Supply undir navninum Maersk Master. Øll røðin skuldi upprunaliga latast millum fjórða ársfjórðing 2016 og triðja ársfjórðing 2017. Maersk Master varð tó ikki latin fyrrenn í mars í ár, meðan hini fimm írestandi skipini verða latin í ár, næsta ár, og síðsta skipið í 2019. 



Kelda: Offshore Energy Today