* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Víðkað atgongd til sálarliga hjálp fyri sjófólk

Koronakreppan hevur stórar avleiðingar fyri reiðarí og starvsfólk, ikki minst fyri tey sjófólk, sum hava fingið longt mynstringina orsakað av vantandi møguleikum fyri manningarskifti. Tí leggur Sea Health & Welfare dent á týdningin av at hjálpa til við sálarligari hjálp - bæði til reiðarí og starvsfólk.

 

“Vit í Sea Health & Welfare síggja tað tískil sum okkara uppgávu at hjálpa tykkum í hesi truplu støðu. Tí víðka vit kreppulinjuna og hjálparlinjuna hjá reiðaríum til eisini at fevna um sálarhjálp fyri avbjóðingar, sum standast av koronakreppuni,” skrivar felagið, sum er arbeiðsumhvørvis- og vælferðarráðið hjá danska handilsflotanum.

 

Sea Health & Welfare veitir møguleika fyri at fáa hjálp fyri egnar trupulleikar, og tað ber eisini til hjá leiðarum at fáa sparring til avbjóðingar við starvsfólk, upplýsir felagið.

 

Sea Health & Welfare økir annars fokusið á sinnisliga heilsu, uttan mun til verandi koronakreppu.

 

Og tað kann eisini vera ein orsøk at seta kikaran á sinnisliga heilsu. Ein nýggjari og umfatandi kanning, sum Yale Universitetið og enska felagið, Sailors’ Society, hava gjørt, staðfestir, at fjórðahvørt sjófólk hevur tunglyndi.

 

Kelda: Sea Health & Welfare