* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Viking ætlar at byggja heimsins fyrsta vetnisskip

Norska reiðaríið Viking Cruises ætlar at byggja tað, sum væntandi verður heimsins fyrsta brint- ella vetnisrikna ferðamannaskipið. Áðrenn hetta kann gerast veruleiki, skal tó flótandi vetni í stórari nøgd framleiðast fyrst.

“Hetta eru heimstíðindi. Ótrúliga spennandi”, sigur Olav Akselsen, stjóri í norska sjóvinnustýrinum, um ætlanirnar hjá Viking Cruises at byggja eitt gott 200 metrar langt ferðamannaskip, ið skal rekast av vetni - og harvið vera eitt 0-dálkandi-skip. 

Men stórar forðingar eru á vegnum. Fyrst og fremst skal stórframleiðsla av vetni setast í verk í Evropa. Hon finst ikki í dag og tí er Viking í samráðingum við Statoil til tess at fáa sett á stovn eitt norskt reinsiverk. Flutningur av vetninum við einum tangaskipi er eisini partur av verkætlanini.

Umframt at fáa framleitt vetni, skal Viking eisini hava tamarhald á tøkniligu avbjóðingunum. Tær snúgva seg millum annað um at tryggja, at vetnið kann haldast á minus 253 stigum, so tað ikki dampar burtur. Og so skal skipanin byggjast við størst møguligari trygd ímóti gasslekum, tí vetni í gassútgávu er eitt sprongkvæmt evni.

So reiðaríið hevur - kanska ógvuliga skilagott - ikki sett nakra tíð á fyri, nær vetnisrikna skipið skal vera liðugt. Men sniðið liggur fast. Tað skal í prinsippinum síggja út sum Viking Sun (myndin), ið varð latin reiðarínum í síðstu viku.

Kelda: Sysla Maritim