* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Viking Cruise letur aftur til 1. mai

Viking Cruise-eigarin, norski milliarderurin, Torstein Hagen, hevur gjørt av at loka alt virksemið hjá reiðarínum niður fyribils til 1. mai.

 

“At reka eitt flutningsfelag í dag hevur stóran vanda við sær fyri sóttarhaldi vegna sjúku og oyðileggur upplivingina fyri gestir okkara,” segði nevndarformaður, Torstein Hagen, í gjár.

 

Viking Cruises eigur meira enn 70 skip, teirra millum Viking Sky, sum í fjør var við at koma í óføri í illveðri út fyri norsku vesturstrondini. Nú bjóðar reiðaríið øllum teimum, sum hava bílagt ferðaseðlar fram til 1. mai, at fáa peningin aftur ella at fáa eina nýggja ferð við stórum avsláttri.

 

Viking Cruises hevur sum so mong onnur krúsreiðarí havt corona-tilburðir umborð á skipum sínum.

 

Krúsreiðaríini eru í djúpari kreppu orsakað av koronavirusinum, og fyrr í vikuni ráddi amerikanska stjórnin eldri fólki frá at gera ferðir við reikferðskipum, tí smittuvandi er so stórur.

 

Kelda: Viking