* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Viking Sky: Lágt oljutrýst var orsøkin til álvarsligu trupulleikarnar

Grundin til, hví allir motorarnir á Viking Sky brádliga steðgaðu, eftir at skipið var farið frá Hustadvika í Noregi leygardagin 23. mars, sær út at vera funnin.

 

- Tað, sum vit kunnu staðfesta fyribils, er, at beinleiðis orsøkin til at motorarnir steðgaðu, var lágt oljutrýst. Stigið av smyrjiolju í tangunum var í lagi, men lutfalsliga lágt kortini, tá skipið fór frá bryggju í Hustadvika, sigur Lars Alvestad, stjóri í norska sjóvinnustýrinum.

 

Stóra aldan gjørdi eftir øllum at døma sítt til, at rørslurnar í tangunum vórðu so ógvusligar, at smyrjoljupumpurnar mistu megina at pumpa oljuna ígjøgnum.

 

- Hetta førdi til, at alarmurin til oljutrýstið fór í gongd, nakað, sum aftur førdi til, at motorarnir automatiskt steðgaðu, sigur Lars Alvestad.

 

Tá Viking Sky fór úr Hustadvika, vóru 1.373 fólk umborð. Bjargingartyrlur tóku umleið 470 ferðafólk av skipinum, áðrenn tað varð bjargað til lands aftur.

 

Kelda: NRK