* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Viking Supply fingið bjargingarætlan góðkenda

Svenska reiðaríið Viking Supply Ships hevur nú eina endurskipan upp á pláss, sum ber í sær 15 mió. dollarar í nýggjum eginpeningi og eina “munandi skerjing” av rentugjaldingum og avskrivingum fram til 1. ársfjórðing 2020, upplýsir felagið.

Fráboðanin um endurreisingina kemur, eftir at felagið tvær ferðir hevur útsett almannakunngeringina av roknskapinum fyri 3. ársfjórðing. Hon verður nú 18. desember, meðan freistin fyri tekning av nýggjum partabrøvum er longd til 22. desember.

Orsøkin er sambært felagnum, at partaeigararnir í felagnum skulu hava møguleika at seta seg inn í roknskapin fyri 3. ársfjórðing.

Viking Supply Ships hevði ein rættiliga vánaligan roknskap fyri 2. ársfjórðing við einum EBITDA upp á -45 mió. svenskar kr. og einum undirskoti í ársfjórðinginum eftir skatt upp á 99 mió. kr. Samstundis var likviditeturin í felagnum trýstur til tað ítasta eftir eitt sera negativt cashflow í 1. hálvári.

Vánaliga úrslitið trýsti felagið út í endurreisingina, tí alternativið við negativu útlitunum annars rætt og slætt hevði hótt tilveruna hjá felagnum.

Kelda: Viking Supply Service/maritimedanmark.dk