* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Viking Supply góðkennir nýggja kapitalætlan

Nevndin í Viking Supply Ships hevur á eykaaðalfundi góðkent fleiri uppskot, sum bera í sær, at størsti partaeigarin, Christen Sveaas, sprænir nýggjan kapital inn til tess at halda felagnum í rakstri í tvey ár aftrat.

Felagið Kistefos hjá Sveaas setir 122 miljónir SEK, umleið 14,5 miljónir USD, í frálandsreiðaríið.

Kistefos hevur boðað frá, at felagið ætlar at halda fast um ognarlut sín upp á 75 prosent í reiðarínum umframt yvirtaka upp aftur fleiri partabrøv, um verandi partaeigarar ikki keypa tey øll.

Sambært Viking Supply Ships fer hetta at geva nóg nógvan arbeiðskapital í umleið 24 mánaðir. Nýggja innspræningin fer eisini at seta fyritøkuna í eina betri støðu, tá tað kemur til at tingast við lánsveitarar um fígging av fyritøkuni eftir drúgvu afturgongdina í frálandsvinnuni.

Viking hevði eina samlaða rentuberandi skuld upp á 1,77 miljardir SEK eftir annan ársfjórðing av 2017. Her kom felagið í stríð við eitt krav til leypandi tólvmánaðar EBITDA, sum skal vera positivt, umframt hava eitt minimum av tøkum peningi, sum ongantíð má vera minni enn sjey miljónir USD.

Kelda: Viking Supply Ships