* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Viking Supply Ships í tungum sjógvi

Marknaðurin í Norðsjónum var merktur av vánaligum veðri og lítlum virksemi tveir teir fyrstu mánaðirnar av 2017. Hetta setti sín dám á virksemið hjá Viking Supply Ships, kemur fram í roknskapinum fyri fyrsta ársfjórðing. Sum avleiðing av hesum fall umsetningurin fyri framhaldandi virkseminum við heilum 61,3 pst. til 90 mió. svenskar kr. Og hóast strembanirnar at skerja útreiðslurnar, lendu rakstrarútreiðslurnar (ebitda) fyri framhaldandi virkseminum í einum minus upp á 61 mió. svenskar kr.

Hóast avbjóðandi marknaðartreytirnar er málið framvegis at økja ordrabókina, sigur stjórin Trond Myklebust, sum yvirtók stjórasessin í januar.

"Virksemið í kjarnuuppgávunum hjá Viking Supply Ships hevur verið skert seinastu tvey árini, men felagið sær fyri sær fleiri sáttmálamøguleikar í 2017 og 2018 og hevur eitt greitt mál um at tryggja sáttmálar til AHTS-flotan.

Miðalnýtslan av teimum átta akkersskipunum (AHTS) hjá reiðarínum var í fyrsta ársfjórðingi 23 pst. ímóti 56 pst. fyri einum ári síðani. Nýtslan av veitingarskipunum (PSV) var null, eftir at allur flotin upp á tilsamans fimm skip varð lagdur í 2016.

Verður framhaldandi virksemið ikki tikið við, var úrslitið eftir skatt eitt undirskot upp á 2 mió. svenskar kr. ímóti einum undirskoti upp á 40 mió. svenskar kr. somu tíð í 2016. 

Úrslitið var positivt ávirkað av inntøkum frá eini semju við lánsbrævaánararnar í sambandi við fíggjarligu umskipanina av felagnum.

Síðst í ársfjórðinginum kom reiðaríið á mál við at flagga fýra skip úr DIS og ístaðin undir norsku skipaskránna NOR. Síðani tá er avgjørt eisini at umflagga skipini Tor Viking og Balder Viking til NOR-skránna, stendur í roknskapinum. 

Kelda: shippingwatch.dk